Umhvørvisdeildin, Tórshavnar kommuna: Í sambandi við at KIMO (kommunale internationale miljøorganisation) í ár heldur sín ársaðalfund í Føroyum, verður ein ráðstevna um dálking av náttúruumhvørvinum hildin á Hotel Hafnia, hósdagin frá kl. 09.30 til 12.30.
Millum annað skulu trý fólk úr Føroyum halda fyrilestur. Jóhannis Danielsen frá Havstovuni skal tosa um dálking av sjófugli, Katrin Hoydal frá Umhvørvisstovuni leggur fram um dálking av grindahvali og Terje Nielsen frá SEV greiðir frá sjóvarfalsorku.
Tað er avmarkað luttøka. Áhugað kunnu venda sær til Umhvørvisdeildina hjá Tórshavnar kommunu, tlf. 302010.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo