BirkBlogg: Nøkur ár herfyri spurdi Mentamálaráðið um eg kundi traðka til, og verða annar av tveimum filmsráðgevum, sum skuldu taka dagar ímillum, hvør føroyingur skuldi fáa stuðul til egna filmsgerð, og hvør ikki skuldi fáa, tær báðu ferðirnar, søkjast kundi um stuðul.
Tann, sum eg skuldi avloysa, var sjálvur farin at gera film.
Fyri ikki at seta armslongdarprinsippið til viks og samstundis lata nepotismu sigla langt út í havsbrúnna, skal nýtt fólk traðka til beinanvegin, tá tílíkt hendir.
Eftir at hava kjakast um hetta og uppgávuna og prinsippini fyri at fáa almennan stuðul úr Mentamálaráðnum til filmsgerð, játtað eg at taka við, nú ein filmsráðgevi manglaði.
Ikki tí, lønin var eingin, men vit fingu fundarpening.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo