FSF: Seinnapartin hósdagin var lutakast um, hvussu spælast skal í næstu UEFA Nations League kapping hjá monnum, sum er á skránni í heyst.
Føroyar endaðu í bólki C4, saman við Armenia, Lettlandi og Norðurmakedónia. Í hesum sambandi er vert at nevna, at A-landsliðið við monnum ongantíð áður hevur møtt Armenia.
Sjálv dystaskráin verður væntandi klár í morgin, fríggjadagin, men greitt er, at dystirnir verða spældir í tíðarskeiðunum 5. til 10. september, 10. til 15. oktober, og í døgunum 14. til 19. november.
Ársins fyrsta landsliðsuppgávu verður annars fríggjadagin 22. mars, tá Føroyar og Liktinstein møtast í venjingardysti á Marbella Football Center í Spania. Fýra dagar seinni, týsdagin 26. mars spæla Danmark og Føroyar venjingardyst á Brøndby Stadion.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo