- Mang tilfar hevur ligið og bíðað. Mangar ætlanir havi eg havt á míni leið. Nú taka vit um endan við nýggju útgávuni Leysir endar. Tað sigur Annika Hoydal, ein av fremstu og mest viðurkendu føroysku listafólkunum seinastu mongu árini.
Hon hevur verið í Hoydølum, á barndómsgøtum pápans, har abbi hennara plagdi at starvast sum húsavørður, tá tuberklarnir herjaðu í Føroyum. Har hevur hon saman við einum framúrskarandi tónleikabólki knýtt saman leysar endar og innspælt eina margfalda útgávu, sum ætlandi kemur út í heyst.
Men henni tørvar tína hjálp, um verkætlanin skal røkka á mál. Tí hevur hon stovnað eina verkætlan á Hópfígging, har tú hevur møguleika at stuðla útgávuni og fáa forkunnugar gávur afturfyri.
Tónleikurin er innspældur, og eftir er bert at viðgera tónleikin, gera fløguhúsa og prenta fløgurnar. Hetta er tó ikki so lætt sum at siga tað, tí pengar skulu til. Til ber at stuðla á heimasíðuni hjá Hópfígging.
Millum gávurnar fyri stuðulin eru atgongumerki til eina røð av konsertum hjá Anniku, sum verða í Sirkus hvørt kvøld í tíðarskeiðnum 1.-5. mai, har pláss bert er fyri 50 áskoðarum.
Við sær á pallin hevur hon Benjamin Petersen, Kim Hansen og Torleik Mortensen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo