Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Anna Falkenberg, ið er abbadóttir Edmund Joensen og rættiliga ókend, tók øll á bóli, tá hon fekk 2971 persónligar atkvøður til fólkatingsvalið og arvaði sessin hjá abbanum.

Valstríðið hjá 26 ára gomlu Onnu Falkenberg byrjaði longu fleiri mánaðir, áðrenn fólkatingsvalið varð útskrivað. Tá kunngjørdu hon og abbin, Edmund Joensen, í felagsskrivi, at abbin gevst í politikki og at abbadóttirin ætlar sær at yvirtaka fólkatingssessin hjá abbanum.

Fá vóru tey, sum góvu Onnu Falkenberg, ið var í starvi sum ráðgevi hjá abbanum á Christiansborg, ein líkinda møguleika at vinna sessin hjá abbanum.

Frá 38 til 2971 atkvøður
Gaman í, so hevði Anna Falkenberg verið virkin í Unga sambandinum, og hon stillaði eisini upp til løgtingsvalini í 2015 og 2019, tá hon fekk ávikavist 38 og 167 persónligar atkvøður.

Men eingin, heldur ikki Jóannes Hansen, valserfrøðingur, hevði sæð fyri sær, at Anna Falkenberg fór at fáa 2971 persónligar atkvøður til fólkatingsvalið 31. oktober og koma flúgvandi inn á fólkating fyri Sambandsflokkin.

Í sendingini fylgja vit Onnu Falkenberg frá einum av seinastu arbeiðsdøgunum sum ráðgevi fyri abban á Christiansborg til valkvøldið, tá úrslitið er greitt og sessurin fer í arv.

Finnur Koba hevur lagt til rættis, og Hans Petur Hansen hevur filmað og klipt.

Sendingin kann síggjast her:

https://kvf.fo/sending/anna-og-arvurin?sid=149501

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo