Tórshavnar kommuna: Angelina kemur at starvast saman við Sylviu Magnussen, ið er sett sum flóttafólkasamskipari, og saman við integratiónssamskiparanum, Fíu Lindenskov.
Angelina hevur útbúgving sum tulkur og umsetari og sum lærari í enskum á Master-støði, umframt at hon hevur eina bachelorútbúgving innan búskap og fígging.
Hon hevur starvast sum tulkur og umsetari millum enskt, russiskt og ukraiinskt í fleiri ár í Ukraina.
Hon hevur eisini starvsroyndir í Føroyum, her hon hevur tulkað fyri Almannaverkið og Útlendingastovuna.
Flóttafólkini telja bæði børn, ung, vaksin og pensjónistar. Tí hevur kommunan tørv á at veita tulkatænastu sum hjálp í samskiftinum millum flóttafólk og kommunalar tænastur og skipanir.
Her verður serliga hugsað um dagstovnar, skúlar, barnaverndartænastu, barnatannlækna, kvøldskúla og kommununa annars eisini sum starvsstað. Fyribils er talan um eitt hálvtíðarstarv í eitt ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo