Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fleiri amerikanskir og bretskir miðlar skriva at heilsustøðan hjá Arethu Franklin er sera álvarsom.

Daily Mail, Chicago Sun Times, Bet.com eru millum miðlarnar sum bera søguna frá Showbiz 411, har sagt verður at Franklin er stødd í Detroit, meðan aðrir miðlar skriva at hon er innløgd á sjúkrahús í býnum.

Superstjørnan hevur havt ringa heilsu síðani hon fekk staðfest krabbamein í 2010, og í fjør avgjørdi hon so at gevast at syngja. Tá hevði hon givið út album nummar 42 og havt eina 60 ára langa sankarrieru.

Heilar 18 Grammy's hevur hon fingið. Tann 76 ára gamla Franklin var fyrsta kvinnan í Rock Hall of Fame – í 1987. Í 2008 valdi blaðið Rolling Stone hana til «The greatest singer of the rock era», skrivar VG. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo