Hendan tíðargreinin er ein samandráttur av framløgu, sum undirritaða helt í samband við tiltak í gjár, sum Kvinnufelagið i Havn, Føroya heilsuhjálparafelag, Føroya heilsurøktarafelag og Havnar arbeiðskvinnufelag skipaðu fyri í samband við Femifagnaðin
Ì dag er altjóða kvinnudagur, dagurin vit steðga á og líta afturá slóðina, men eisini dagurin har vit kaga frameftir og gera upp støðuna hjá kvinnunum í dagsins samfelag. Ì hesi tíðargrein verður hugleitt um lønarreformin, sum varð samtyktur í danska fólkatinginum í 1969, og sum eisini vísti seg at fáa stórar avleiðingar fyri lønarviðurskiftini hjá føroyskum kvinnum á almenna arbeiðsmarknaðinum.
Tað var í 1915, at kvinnurnar fingu valrætt, ein slóðbrótandi hending, sum skuldi gera, at kvinnurnar komu framat valdinum, har avgerðirnar vórðu tiknar. Men søgan sigur okkum, at so skjótt skuldi tað ikki ganga.
4 ár seinni í 1919 verður gjørdur ein lønarreformur í Danmark, har kvinnurnar, hóast tær enn ikki taldu tað stóra á arbeiðsmarknaðinum vórðu settar niðast á lønarstiganum. Stór ónøgd var í nógv ár um hendan lønarreformin, og Í 1965 verður sett ein lønarkomissión, sum skuldi endurskoða tænastumannareformin frá 1919. Ì hesi lønarkommissión sótu 25 menn og 1 kvinna. Tað hevði leingi verið eitt ynski um at javnseta lønirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, har ein lønarramma var galdandi fyri tey alment settu, tí ymiskt var frá kommunu til kommunu, hvussu man var løntur. Hóast ynski var, at nýggi lønarreformurin skuldi vera gjørdur eftir nøkrum objektivum ásetingum, so vísti tað seg tíverri ikki at halda, og fakfeløgini hjá heilsufólkunum og námsfrøðingunum komu als ikki til orðanna í hesum arbeiði.
Samfelagið í 1960 unum
Eftir kríggið tá ið samfelagsmenningin tekur dik á seg, fara alsamt fleiri kvinnur út á arbeiðsmarknaðin og í teimum “góðu” 60 unum sæst ein rættiliga stór broyting í býtinum av kvinnum og monnum á arbeiðsmarkninum. Reformurin, sum skuldi avloysa reformin frá 1919 kom tiverri í størsta mun at avmynda siðbundna samfelagið í 1960 unum, har maðurin var høvuðsforsyrgjarin og lønin, sum kvinnan fekk var at kalla lummapeningur. Kvinnan var framvegis sædd sum tann, sum tók sær av húsi og heimi og børnunum, og tað sum hon tókst við afturat var at kalla lummapeningur. Hóast at kvinnurnarnar í stórum tali vóru farnar á arbeiðsmarknaðin og krav varð sett fram um líkaløn og betri javnvág á arbeiðsmarkanðinum, so sást hetta ikki aftur í lønarreforminum, ið varð samtyktur av einum breiðum meiriluta í Fólkatinginum í juni 1969.
AT hetta gekk so lætt ígjøgnum í Fólkatinginum skal uttan iva síggjast í tí ljósi, at kvinnuumboðanin í Fólkatinginum eisini var lág. Út av teimum 179 fólktingslimunum vóru tað bert 19 kvinnur, 17 mannligir ráðharrar vóru í stjórnini og ein kvinna. Mótstøðan var tí lítil undir viðgerðini av lønarreforminum, men ein teirra, ið var atfinningarsom var, Hanne Reintoft, sum var undangongukvinna fyri kvinnurættindum og leysgangari í Fólkatinginum. Undir orðaskiftinum segði hon m.a. :
“Jeg ved overhoved ikke hvad man har tænkt på, da man indplacerede sygeplejerskerne. Det er mennesker med stort ansvar og fin uddannelse”
Lítil og ongin reaktión var úr salinum og endin var, at næstan sami lønarstigi sum tann frá 1919 varð samtykur í 1969, har umsorganarstørvini, ið typiskt vóru kvinnustørv vóru sett niðast á lønarstiganum. Tað bar ikki til at finna eina semju um objektivar ásetingar, og tí varð sagt undir viðgerðini, at hesin reformur skuldi enduskoðast seinni. Men anno 2023 er ongin verulig endurskoðan gjørd og skeivleikin er framvegis til staðar 50 ár seinni. Tó er ein lønarkomission sett nú, sum skal endurskoða reformin og hetta arbeiði skal vera liðugt í juni í ár.
50 ára gamlan reformur fastheldur søguliga lønareftirsleipið hjá kvinnum
Ein kanning av 13 ymiskum fakbólkunum í tí almenna (50% av teimum alment settu í Danmark vísir, at lítil og ongin broyting er gjørt í lønarstiganum. Ein teirra, ið hevur granskað í hesum viðurskiftinum er Astrid Ellekjær Sørensen, sum er komin eftir at fyri fleiri av størvunum er støðan vorðin verri, tí eitt nú hægri útbúgving ikki lønar kvinnufakunum:
“Som historiker vidste jeg godt, at tjenestemandsreformen af 1969 har havt indflydelse på det offentlige lnhierarki; Men det overraskede mig alligevel, hvor statisk hierarkiet har været. Det er tankevækkende og tyder på et offentligt lønsystem, der har svært ved at tilpasse sig, når fag ændrer kompetenceprofil”
Støðan í Føroyum
Vælferðarsamfelagið Føroyar mennist ájavnt tí danska eftir kríggið, og vit fáa somuleiðs eisini fleiri kvinnur út á arbeiðsmarknaðin og eisini í alment sett størv. Ì 1969 tá lønarreformurin verður gjørdur í Danmark er ein bróðurpartur sett i starv í Føroyum eftir donskum sáttmálum. Men kravið verður skjótt at fáa eitt greiðari yvirlit yvir viðurskiftini hjá føroyum á almanna arbeiðsmarknaðinum
Í 1975 somgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldi stóð at lesa í Sosialinum:
“Skundað verður undir nevndararbeiðið viðvíkjandi samskipan av teimum ymsu almennu lønarløgunum. Alment lønt fólk í Føroyum kunnu bert fáa løn viðgjørda í samráðingum millum hitt almenna og føroysk yrkisfeløg”
Í 1976 varð drúgt álit gjørt, sum vísti, at 1078 fingu føroyska løn – 1160 fingu danska løn. Í 1988 taka flestu føroysku sáttmálarnar við heilsufeløgini tóku støði í donskum sáttmálum, men stutt eftir hetta eru tað bert fá eftir, sum er sett sambært donskum sáttmálum.
Hvat er støðan í dag og er nakað at stríðast fyri?
Hóast nøkur lop eru gjørd á føroyska arbeiðsmarknaðinum, so er lønareftirsleipið so stórt, at tað er trupult at røkka einum javnum býti við vanligum lønarsamráðingum. Vit hava tíverri ikki javnstøðu á almenna arbeiðsmarknaðinum, umsorganarstøvrini, t.e. heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar, námsfrøðingar v.m. framvegis liggja lágt í lønarstiganum.
Tí eigur ein endirskoðan av lønarreforminum frá 1969 verða gjørdur og hvussu hetta hevur ávirka føroyska lønarlagið. Vit eiga at fáa neyðug hagtøl til vega, soleiðis at vit fáa fulla greiðu yvir tann skeivleika, íð var gjørdur í 1969 og hvussu hann hevur ávirka tann almenna arbeiðsmarknaðin í Føroyum. Ein langtíðarætlan eigur at verða gjørd og ein lønarpultja eigur at verða sett av til rætta upp uppá lønareftirsleiðið, tí hetta ber ikki til at røkka við vanligum lønarsamráðingum.
Ì 1976 varð lógin um líka løn fyri sama arbeiði samtykt, hetta ljóðar gott, men vit gloyma stóra lønareftirsleipið í umsorgarnarstørvununum, sum framvegis er løgd undir ein 50 ára gamlan lønarreform, sum varð samtyktur í eini tíð, har menn framvegis vóru høvuðsforsyrgjarar og kvinnurnar fingu lummapengar.
Um vit kaga í samgonguskjalið hjá sitandi samgongu, so eru glottar at hóma, lønarpulja skal setast av til tess at lyfta umsorganarfakini, styttri arbeiðsvika og hægri normeringar.
Vit hava eina stóra uppgávur fyri framman, 700 starvfólk koma sambært búskaparráðnum at vanta í at umsorganarøkinum um 10 ár. Skulu vit loysa hesa uppgávuna eiga vit at fara til verka nú og fáa rætta ójavnan, íð varð framdur í 1969.
Góðan kvinnudag
Annika Olsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo