Týsdagin 30. mai er altjóða jazzdagur, og Havnar Jazzfelag hátíðarheldur hetta við 5 konsertum í Havn og einum tiltaki í Klaksvík.
Byrjað verður fyrrapartin við eini barnakonsert í samstarvi við ein dagstovn í Havn. Á middegi verður saman við Norðurlandahúsinum og SMAKKA boðið til døgurðajazz, har høvið verður at njóta lekran mat og lekran tónleik frá Guðruni Sólju Jacobsen saman.
Kl 16.00 fara Edith Dahl Jakobsen og Leivur Thomsen á pall í SMS og kl 17.00 fer Heðin Ziska Davidsen at framføra elektroimprovisatión í Tutl.
Dagurin endar við føroya mest altjóða jazzbólki Vágsbotnur South African Jazzband, sum fara at spæla jazzaðan traditionellan afrikanskan tónleik í Hvonn kl 21.00.
Í Klaksvík fer Edvard Nyholm Debess at halda fyrilesturin ”Ræðist tú jazz?”, sum sjálvandi eisini inniheldur livandi tónleik.
Tað var í 2011 at UNESCO skýrdi 30. apríl at vera Aljtóða Jazzdag fyri at vísa á leiklutin, sum jazzur hevur havt í mun til at sameina fólk kring heimin.
Sí skránna á facebook.com/havnarjazzfelag og lesið meira um jazzdagin á jazzday.com
Allar konsertirnar eru ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo