Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Stýrið fyri Roðan: Fríggjadagin hin 13. oktober kl. 17 verður skipað fyri almennari móttøku í samtakinum Roðin, ið er økistænastan sum Nes, Sjóvar- og Runavíkar kommuna samstarva um. Leiðaraskifti er orsøkin, nú Tordur J. Niclasen hevur valt at fara frá fyri aldur og Jóngerð Guttesen hevur tikið við leiðsluni. Móttøkan verður á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík.

Tordur J. Niclasen, sum er seyrvingur, er fyrsti og einasti leiðarin á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi, sum varð tikið í brúk í oktober mánaða í 1983. Í november mánaða 2015 gjørdist hann leiðari fyri Roðanum, og fyri kortum legði hann frá sær fyri aldur. Tordur er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur nomið sær leiðslukunnleika á ymiskum skeiðum. Umframt starvið á Ellis- og Røktarheiminum hevur Tordur eisini ferðast á politiska pallinum. Hann hevur verið løgtings- og landsstýrismaður og í 8 ár var hann borgarstjóri í Eiðis kommunu, har hann og Sigrun og børn teirra hava búð seinastu mongu árini.

Í summar gjørdi stýrið fyri Roðan av, at seta Jóngerð Guttesen í starvið sum leiðari fyri Roðan. Roðin fevnir um økistænastuna, sum húsast á Ellis- og Røktarheiminum í Runavík, Vesturskin á Toftum, í Sjóvarlon á Strondum, í Dagtilhaldinum á Skála, á Heiminum á Mýrunum og sum leigar seg inn m.a. í Heilsudepilin í Runavík.

Jóngerð Guttesen (fødd Larsen) er ættað og uppvaksin í Fuglafirði. Hon er gift Jóannesi Guttesen og eiga tey børnini Karin, Knútur og Daniu. Tey búgva í Hoyvík.

Jóngerð er upprunaliga sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur drúgvar royndir sum leiðari – serliga innan økistænastu og eldrarøkt. Hon hevur útbúgving sum bachelor í leiðslu og í løtuni er hon sjálvlesandi til master í almennari leiðslu við Suðurdanska Lærda Háskúlan í Odense/Aarhus.

Arbeiðsroyndir hennara fyri starvssetanina sum leiðari fyri Roðan eru m.a.: Sjúkra-røktingarfrøðingur á føðingardeildini A2 á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrarøktingarfrøðingur á Røktar- og umlættingarheiminum Lágargarði. Varaleiðari og deildarleiðari á Røktar- og umlættingarheiminum Lágargarði. Leiðari fyri Stuðulsfólkaskipanini fyri børn hjá Almannaverkinum. Leiðari fyri Boðanesheiminum og eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Stýrið fyri Roðan takkar Tordi fyri tænastuna í nærum 35 ár, og ynskir Jóngerð blíðan byr í starvinum sum leiðari í ókomnum døgum.

Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa teimum báðum fríggjadagin í vikuni kl. 17 - í Friðartúni í Runavík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo