Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Myndin er frá steypafinaluni hjá kvinnum í fjør, har borgmeistarin í Havn handar SÍ steypið eftir 3-2 sigur á Drátti

Myndin er frá steypafinaluni hjá kvinnum í fjør, har borgmeistarin í Havn handar SÍ steypið eftir 3-2 sigur á Drátti

Myndin er frá steypafinaluni hjá kvinnum í fjør, har borgmeistarin í Havn handar SÍ steypið eftir 3-2 sigur á Drátti

FBF: Greitt er mest sum, hvørji liðini eru, sum skulu spæla í hálvfinalunum í steypakappingini hjá kvinnum og monnum í flogbólti, men enn er eftir at fáa greiði á, hvør skal spæla ímóti hvørjum.

Kvinnur, bólkur 1:
Í bólki 1 eru tað SÍ og KÍF, sum longu hava vunnið seg í hálvfinalurnar, men eftir er at spæla um, hvør skal hava fyrstaplássið í bólkinum, og tí sleppa at spæla hálvfinalu ímóti nummar tvey í bólki 2 – og hvør skal hava tann á pappírinum torførari dystin ímóti nummar eitt í bólki 2.

Henda avgerðin fellur í kvøld, tá SÍ tekur ímóti KÍF kl. 19. Liðini eru jøvn við 6 stigum hvør eftir sigrar á Mjølni og Ternuni, men verður stigatalvan í landskappingini brúkt sum barometur fyri steypakappingina, so er SÍ greiður favorittur at vinna dystin í kvøld. SÍ hevur hetta kappingarárið vunnið báðar landskappingardystirnar ímóti KÍF og liggur ovast á stigatalvuni – 10 stig frammanfyri KÍF á fjórða plássi, sum tó hevur spælt ein dyst færri.

Kvinnur, bólkur 2:
Í bólki tvey er framvegis ikki greitt, hvørji tey tvey liðini eru, sum sleppa í hálvfinaluna. Alt bendir tó á, at tað verða Fleyr og Dráttur, men vinnur TB 3-0 á Fleyr næsta sunnudag, so enda øll trý liðini í bólkinum - TB, Fleyr og Dráttur – á trimum stigum fyri ein sigur í part, og so verður tað settmunurin sum avger, hvørji tvey lið sleppa í hálvfinaluna. Alt annað enn ein 3-0 sigur til TB merkir, at Fleyr verður nummar eitt, og Dráttur nummar tvey.

Menn, bólkur 1:
Í bólki 1 er greitt, at ÍF hevur vunnið bólkin eftir sigrar á Ternuni og SÍ. Dystin ímóti SÍ vunnu fuglfirðingar 3-2, eftir at hava tapt fyrstu tvey settini. Hvat hitt liðið at spæla seg í hálvfinaluna verður, verður avgjørt fríggjakvøldið, tá SÍ tekur ímóti Ternuni, men nógv skal ganga øðrvísi enn tað annars hevur gjørt hetta kappingarárið, um tað ikki verður SÍ, sum vinnur dystin, tí higartil hava Trygvi á Brekkukletti og hansara lærlingar í Ternuni ikki megnað at vunnið nakað sett – hvørki í landskappingini ella steypakappingini.

Menn, bólkur 2:
Mikudagin verður rættiligt brak í Badmintonhøllini í Klaksvík, tá Mjølnir og Fleyr bresta saman í dystinum um fyrstaplássið í bólki tvey. Greitt er longu, at taparin fer at møta ÍF í aðrari hálvfinaluni, og um ikki Ternan tekur allan flogbóltsheimin á bóli fríggjakvøldið, so fer vinnarin at møta SÍ í hinari hálvfinaluni.

Allar fýra hálvfinalurnar verða allar spældar stóra hálvfinaludagin í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 12. februar. Finalan verður í høllini á Hálsi í Havn 26. februar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo