Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Jákup Lützen leikar á Violuna.

Jákup Lützen leikar á Violuna.

Sunnudagin 1. mars 2020 kemur nýggj tónleikaútgáva á marknaðin. Tað er fløga við tónleiki eftir Sunleif Rasmussen. Fløgan eitur ANDALAG. Tað er tónleikabólkurin ALDUBÁRAN, ið framførir tónleikin. Solistur á fløguni er Jákup Lützen, ið leikar á viola.

Útgávan verður løgd fram á konsert á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn sunnudagin 1. mars kl. 15.00. Konsertin, og móttøkan eftir konsertina, er ókeypis. Øll eru vælkomin.

Jákup Højgaard Lützen (f. 1988) er úr Havn. Hann byrjaði sum smádrongur at spæla violin. Seinni skifti hann til viola. Hann traðkaði sínar tónleikaligu barnaskógvar á Tórshavnar musikkskúla, og var Jákup ein av teim fyrstu, ið byrjaði á úrmælingaskeiðinum Musikkskúlamiðnámi í 2005.

Síðani gekk leiðin á Kongaliga Danska Musikkonservatorium, har ið hann tók kandidatprógv í 2013 og seinni solistdebut í 2017.

Jákup var frá 2013-15 limur í Gustav Mahler Jugendorchester, ið hann spældi við í kendastu konsertsalunum kring Evropu. Hann hevur eisini verið solistur við Føroya Symfoniorkestri.

Jákup starvast dagliga í orkestrinum Copenhagen Phil.

Verkið, ið Jákup Lützen spælir á fløguni ANDALAG, og á konsertini sunnudagin 1. mars, er ein Solo Sonata fyri viola, ið Sunleif Rasmussen skrivaði til endaligu debutkonsertina hjá Jákupi í 2017.

Hini verkini á konsertini eru tvær blásarakvartettir, Andalag nr. 5 og 7, eftir Sunleif Rasmussen.

Konsertin varir slakan tíma og er uttan steðg. Eftir konsertina er móttøka, har ið Aldubáran, forlagið Wilhelm Hansen og plátufelagið DACAPO eru vertir.

ALDUBÁRAN: Andrea Heindriksdóttir, floyta – Anna Klett, klarinett – Britta Cortabarria, fagott – Páll Sólstein, horn – Bernhardur Wilkinson, dirigentur – Jákup Lützen, viola

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo