Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Reinsaríið: Konsertirnar á Tórsgøtu Live eru ókeypis. Tann, ið vil kann fylgja við á netinum ella á Rás 1 í Televarpinum, uttan nakað gjald. Men nú fær áhoyrarin møguleikan at gjalda fyri tónleikin, um tey ynskja tað. Eitt slag av einum digitalum hatti, ið gongur runt, boðar Reinsaríið frá.

 

Tórsgøta Live varð sett á stovn, fyri at geva tónleikarunum ein pall at framføra á, nú flestu tónleikapallar eru stongdir, bæði fyri at tey skuldu sleppa at framføra sín tónleik, men eisini sum eitt fíggjarligt íkast.

 

Higartil hava 10 konsertir verið.

 

Nógv fylgja við beinleiðis framførslunum, meðan onnur hyggja at konsertunum aftaná, tí tær liggja tøkar á heimasíðuni torsgota.fo, á Youtube og á Facebook.

 

Tiltakið er stuðlað av Tórshavnar kommunu og KODA, og tónleikararnir fáa løn fyri at spæla. Hetta er tó bert ein lítil dropið í havinum í mun til tann inntøkumiss, ið flestu tónleikarar hava í hesum døgum.

 

Tí fáa áhoyrararnir nú høvið, at rinda fyri tónleikin, ið tey hoyra. Peningurin fer til teir tónleikarar, ið framføra.

 

Hetta er galdandi fyri komandi framførslur, men eisini fyri tær framførslur, ið longu hava verið. Á torsgota.fo/rinda ber til at velja hvørja konsert, ið tú ynskir at gjalda fyri, og hvussu nógv tú vilt gjalda. Upphæddirnar eru frá 20 kr. og upp til so nógv, sum tú ynskir. 

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo