Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu dagarnar eru fleiri viðurskifti viðvíkjandi almenna bústaðarfelagnum, Bústaðir, viðgjørd í fjølmiðlunum.

Í tíðindaskrivi og samrøðu við Kringvarpið týsdagin 19. oktober varð róð fram undir, at raksturin av Bústøðum ikki hevur verið skynsamur seinastu árini.

Útsagnirnar kunnu geva ta fatan, at starvsfólkini ikki hava gjørt sítt arbeiði til lítar, og hetta elvir til ótryggleika á stovninum.

Starvsfólkini á Bústøðum kenna seg ikki aftur í atfinningunum, og eingin innanhýsis kunning hevur verið um hesi viðurskifti, áðrenn tíðindaskrivið týsdagin.

At starvsfólk á slíkan hátt skulu uppliva, at ivi verður sáddur um virksemið hjá stovninum, og frætta í fjølmiðlum at virksemið á teirra arbeiðsplássi skal endurskoðast og umskipast, er óvirðiligt og átaluvert, og starvsfólkini kenna seg ótrygg orsakað av útsagnunum.

Fakfeløgini, sum umboða starvsfólkini í Bústøðum, átala almennu útsagnirnar hjá stýrisformanninum, ið kunnu sáa iva um og misálit á arbeiðið, sum okkara limir hava útint og útinna hvønn dag.

Feløgini heita tí staðiliga á stýrið fyri Bústaðir um at halda seg til vanligar meginreglur fyri góðan fyrisitingarsið og góða leiðslu, og viðgera viðurskifti á stovninum og ætlanir um møguligar broytingar innanhýsis, heldur enn í fjølmiðlunum.

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya,
Akademikarafelag Føroya og Starvsfelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo