Kokkurin Agnar Bech er farin um tey 67 og hevur havt 10 ára starvsdag. Hann heldur á eina tíð aftrat. Jana Sørensen hevur 20 ára starvsdag í vardum starvi í Frítíðarskúlanum Badmintonhøllini. Í morgun var samkoma fyri teimum báðum.
Gunvør Balle, varaborgarstjóri, helt stutta røðu fyri teimum báðum. Fyrst fyri Janu, sum hevur verið longst í starvi í Frítíðarskúanum í Badmintonhøllini – í heili 20 ár. Hon er tað mann kann kalla fast inventar í húsinum og hon møtir trúføst hvønn tann einasta dag.
- Fyrstu árini arbeiddi tú mest í køkinum, men síðan ert tú farin at arbeiða meira runt í húsinum. Tú hevur nakrar fastar uppgávur, eitt nú at vaska klæðir og at gera reint. Tú ert eisini við at heinta børnini í Santa Frants hvønn dag, ert við á túrum og útferðum, og onkuntíð við í Svimjihøllini.
- Tú ert ófør at spæla borðspøl við børnunum – sjálvt um tey siga at tú snýtur viðhvørt! Men tú ert sera kreativ og elskar at perla, tekna og nógv annað. Tú dugir eisini væl at skipa fyri quiz við børnunum og børnini elska tað.
- Tú dugir allar reglur uttanat og ert ófør at læra børnini tær. Eitt sera týdningarmikið er, at tú lærir børnini hvussu vit eiga at uppføra okkum í ferðsluni.
- Men tað er sjálvandi ikki soleiðis, at tú ONGAR lastir hevur. Vit hava hoyrt, at tín størsta last er sodavatn og at tú altíð hevur sodavatn við tær, sum tú onkuntíð krógvar í einum dunki – ella tú letur onnur halda, at tú situr og drekkur kaffi, og so er tað sodavatn í koppinum!
- Ein føst traditión upp til jóla er, at tú kemur við babba – Peturi – við rísalamang og karamellsós. Og um starvsfólkini gloyma tað, so skalt tú nokk minna tey á tað, tí hetta er vorðin ein fantastiska hugnalig siðvenja – havi enntá skilt, at tit onkuntíð hava etið dessert ÁÐRENN tit fóru út at eta jóladøgverða!
- Ná, Jana, tú er og verður fast inventar her í Badmintonhøllini. Her fungerar onki uttan teg, so vit vóna at tú verður verandi í mong Harrans ár aftrat. Hjartaliga tillukku við degnum og túsund takk fyri trúgva tænastu øll hesi árini, segði Gunvør Balle, áðrenn hon handaði Janu blómutyssi.
---
Agnar Bech hevur 10 ára starvsdag og er fyltur 67. Gunvør Balle segði, at tað er altíð spennandi at síggja lívsrenslið hjá fólki, sum hava trivist í starvi hjá kommununi í mong ár.
- Vit, sum vald eru at umsita býin fegnast altíð um trúføst starvsfólk, bæði tí tey eru vitandi og góð at heita á, men eisini tí at júst teirra trúfesti yvir mong ár prógvar, at tey trívast í starvinum. Og so dámar okkum serliga væl, at tey blíva við so leingi tað letur seg gera.
- Tú hevur havt eina sjáldsama yrkisleið. Áðrenn tú komst higar í Frítíðarskúlan arbeiddi tú ikki færri enn 42 ár hjá Posta. Fyri 11 árum síðan tókst tú útbúgving sum skipskokkur, og síðan hevur tú verið her í Frítíðarskúlanum sum bæði kokkur og hjálparfólk. Tú hevur eisini verið kontaktpersónur og seinnu árini verið abbin í húsinum.
- Tú hevur ikki bara gjørt mat til børnini í Badmintonhøllini, men eisini til aðrar stovnar í Havnini – umframt at tú hugnar um pensjónistarnar við frukt og kaffi, tá teir gera fimleik í Badmintonhøllini tvær ferðir um vikuna.
- Eisini hevur tú gingið høgt uppí, at børnini læra um føroyskan mat. Tú hevur slaktað og flett saman við børnunum og gjørt rullupylsu, blóðpylsu og nógv annað gott við børnunum. Eisini hevur tú verið nógvar túrar við børnunum og lært tey at ferðast í fjøllunum.
- 2. desember í fjør fylti tú 67 ár – men tú valdi at halda á, og eg skilji á lagnum at tínir starvsfelagar her vóna, at tú verður verandi leingi aftrat. Eg fari at ynskja tær og tykkum hjartaliga tillukku við degnum og samstundis takka tær fyri trúfasta tænastu, segði Gunvør Balle at enda.
Sí fleiri góðar myndir á síðuni hjá Tórshavnar kommunu á Facebook.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo