Eftir fleiri vikur við spekulasjónum kom superstjørnan sjálv við tíðindunum undir eini konsert í Brisbane, at hon er gift, skrivar VG.
Undir konsertini í avstralska býnum Brisbane fingu fjepparnir hoyra orðini hon ongantíð fyrr hevur brúkt um seg sjálva, skrivar The Guardian.
Adele og Simon Konecki hava verið par síðani 2011 og fingu sonin Angelo saman í 2012. Men tey hava ongantíð váttað at tey hava gift seg, sjálvt um Adele av pallinum undir Grammy 13. februar umtalaði Konecki sum «ektamaður mín».
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo