Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Grein til dystarblaðið hjá 07-vestur 28. april 2021:

Í løtuni fyrigongur tað mesta av spælinum uttanfyri vøllin. Áskoðararnir vita ikki hvønn veg teir skulu venda sær og um tað er Breddin sum hevur fótbóltsprátið.

Røðin av gølum hjá FIFA og UEFA er endaleys. Spælarnir í Europeiskum kappingum, sum vit vanliga samanbera okkum við, mótmæla skilið í Qatar og norski landsliðsvenjarin Ståle Solbakken trínur álvarssamur fram og hevur fremstafingur á lofti.

Tað var tí heilt margháttligt, tá forsetin fór at tosa um solidaritet. Tað verður kanska forsetin sum verður høvuðstalari komandi leygardag, tá Havnar Arbeiðarafelag bjóðar til 1. mei dagshald.

Føroyskur fótbóltur hevur ment seg øgiligt seinnu árini. Ferðin hevur verið høg, men eisini er tað spennandi. Í dag er føroyskur fótbóltur absolutt hæddarpunkt tá um føroyskan ítrótt ræður. Vit hava nakrar einarar, sum vit tó mugu hava størstu virðing fyri, t.d. miðvingin Sverra. Aftur til fótbóltin.

Skipanarliga hava vit eitt topp professionelt samband, feløgini eru gott á veg og kagar tú í ætlaninar hjá sambandinum, so eru málini komandi árini uppaftur størri. Pengarnir í føroyskum fótbólti eru ovurstórir, ja so nógvir, at leggur tú allan annan ítrótt saman, so megna tey ikki at yvirhála. Størst av øllum er fótbólturin.

At hava eina so ráðandi støðu, gevur fyrimunir. Í Amerika var Standard Oil og eigari tess Rockefeller í ráðandi støðu. Hetta hildu tey í Amerika verða í so vandamikið og gjørdu fyrstu lógirnar um anti-trust.

At hava ráðandi støðu merkti, at man hevði vald at seta dagsskránna, vald at yvirtaka og at halda onnur niðri.

Slík støða er júst tað føroyskur fótbóltur hevur í føroyskum ítrótti. Mangla nøkur lux á ovara vølli, verður uppstigað, eru plaststráini ov hál, verður rullað saman og sent avstað aftur í bingju.

Um tey reisa endurgjald, tjaa, tað finna vit útav, týdningarmest er, at bólturin ferðast rætt.

Tíverri gerast vit øll fátækari av at nøkur hava ráðandi støðu, og tí er tað sera týdningarmikið, at fótbólturin, 07-Vestur, ger sær greitt hvønn leiklut man ynskir at hava í nærsamfelagnum.

Ikki minni stóran týdning hevur tað, at kommunurnar eru greiðar yvir sín leiklut og arbeiða fyri fjølbroytni og at hjúkla um tey smærru.

Eitt breitt felagslív er grundarlag undir øllum felagslívinum, og eisini 07-Vestur hevur gagn av tí.

Tak t.d. flogbóltin her vesturi.

Tvey FM komu til høldar í ár, men samstundis fekk 07-Vestur eitt kvinnulið, fer tað at ganga útyvir flogbóltin?

Vit hava sæð á mannfólkasíðuni, at nú dragnar í FM heitum í Vágum.

Tað stóra hálið sum Sandavágs Talvfelag gjørdi, var tí tað bar til hjá einum sum dugdi mannagongdirnar, bæði á puntuta brettinum og grøna plastvøllinum.

Tað er onki at ivast í, er man størstur, hevur man størstu ábyrgd.

Saman at standa, ella sum forsetin sigur “solidarisk mugu vit verða”.

Góðan dyst

Eyðun Jakobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo