Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður
Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Funningsfjarðarvegurin
Spurningar:
1. Nær verður farið undir arbeiðið at gera ábøtur á Funningsfjarðarvegin, sum pengar eru játtaðir til í ár?
2. Kann arbeiðið gerast liðugt fyri pengarnar, sum eru játtaðir?
Viðmerkingar:
Á fíggjarlógini fyri verandi ár eru 2 mió. krónur settar av til at gera ábøtur á Funningsfjarðarvegin. Talan er um framhald av einum arbeiði, sum hevur verið gjørt gjøgnum fleiri ár.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2024 eru eingir pengar settir av til hetta vegastrekkið, og nú árið er farið at halla, eru pengarnir, sum vórðu settir av til 2023, framvegis ikki brúktir. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 2. oktober 2023
Helgi Abrahamsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo