Abba kemur saman aftur fyri fyrstu ferð í 30 ár, skrivar bretski miðilin ITV.
ABBA skal arbeiða saman við Simon Fuller í einum «slóðbrótandi prosjekti við allar seinastu digitalu og virtuellu tøknini» sambært úttalisli frá bólkinum.
Neyvari lýsing av prosjektinum verður komandi ár.
ABBA var nýliga á palli í sambandi við at tað eru 30 ár síðani bólkurin seinast spældi saman.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo