Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tað er Hjaltur Poulsen, skipari, sum á facebookvanga sínum eftirlýsir upplýsingar um fiskin, sum teir hava fingið á línuna. Á vanganum eru eisini fleiri myndir at síggja.

Hjaltur upplýsir fyri VP, at teir royndarfiska á Føroyabanka, og at tá teir fingu fiskin vakti hann undran umborð. Fiskurin var í eini skøtu, teir fingu.

Á tráðnum verður gjørt vart við, at talan eftir øllum at døma er um ein sonevndan floyfisk. Á latíni er navnið Callionymus lyra.

Annars upplýsir Hjaltur, at tað er smáligt við fiskiskapinum hóast at nógv er at síggja á loddinum.

- Men hetta er heldur ikki besta fiskitíðin, sigur Hjaltur Poulsen við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo