Vinnuhúsið: Áðrenn farið varð undir vanligu skránna á aðalfundinum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, nýtti formaður felagsins, Bogi Jacobsen, høvið at minnast Poul Mohr, sum andaðist 16. juni, við hesum orðum:
“Í dag hava vit verið og fylgt Poul Mohr til gravar.
Tey flestu kenna Poul Mohr sum ímyndina av Tórshavnar Skipasmiðju.
Fleiri varðar standa eftir Poul Mohr, men í hesum sambandi mugu vit nevna hansara stóra leiklut sum nevndarlimur og formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðsgevarafelag.
Poul Mohr varð valdur í nevndina í Havnar Arbeiðsgevarafelag í 1969, og var hann nevndarlimur har fram til 1993, harav 16 ár sum formaður.
Í 1977 varð Poul Mohr valdur í nevndina í Føroya Arbeiðsgevarafelag, har hann sat fram til 1993.
Í samfeld 24 ár var Poul Mohr sostatt virkin sum nevndarlimur og formaður í hesum feløgum.
Nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag vil í dag nýta høvi at takka Poul Mohr fyri hansara stóra íkast í felagsarbeiðið í Arbeiðsgevarafelagnum, tí hetta er eingin sjálvfylgja.
Takk fyri.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo