Fleiri tíggjutúsund festivalgestir eru sendir heim frá Rock am Ring. Ringt veður fekk týsku myndugleikarnar at steðga festivalinum, har 82 longu høvdu fingið skaða av at toran sló niður.
NRK skrivar at festivalurin gekk sum vanligt í gjár, tóat illveður var, men tá ið seinastu konsertirnar vóru av í gjárkvøldið avgjørdu myndugleikarnir at nokk var nokk.
Festivalfyrireikarnir upplýsa via Facebook at øll skráin í dag á seinasta festivaldegnum er avlýst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo