Eitt av væl umtóktu føroysku ferðamálunum hagar Atlantic Airways flýgur beinleiðis, hevur verið illa plágað av sandstormi. Hetta er sandur sum kemur allan vegin úr oyðimørkini í Afrika og leggur seg sum ein dýna yvir partar av Gran Canaria, eisini har sum flogvøllurin er, og tí hava sera nógvar seinkingar verið.
Í gjár vóru vyir 7.000 fólk úr norðurlondum í Kanariuoyggjum ávirkað, tí so nógv flogfør máttu avlýsa rutuna. 53 flogfør skuldu eftir ætlan flúgva hagani til norðurlendskar flogvøllir, men ein triðingur bleiv avlýstur.
- Sandur er ikki gott fyri flogfør, og vit fylgja støðuni neyvt, sigur Jóhanna á Bergi stjóri á Atlantsflogi við VP. Fyribils eru tó ongar ætlanir um at avlýsa túrarnar í morgin, sigur hon.
Støðan á Gran Canaria var ringast í gjár. Longu í dag er munandi betri, hóast at onkrar seinkingar ella avlýsingar kunnu væntast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo