Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Petur Sørensen, søluleiðari, varð í dag heiðraður við gávu frá Drotningini fyri 50 ára trúgva tænastu hjá Leif Mohr.

Viðskiftafólk, familja og starvsfelagar vóru í dag savnað í hølunum hjá Leif Mohr á Hoyvíksvegnum til móttøku, nú Petur Sørensen, søluleiðari, hevur verið í starvi hjá fyritøkuni síðani 1. mars 1972. Hann hevur sostatt starvast hjá Leif Mohr í samfulla hálva øld.

“Ein 60 wats pera ella ein breyðristari eru líka týdningarmikil sum eitt stórt tilboð. Allir kundar hava uppiborið virðing.” Soleiðis segði Leivur Holm, stjóri hjá Leif Mohr, millum annað, tá hann í dag helt røðu í samband við 50 ára starvsdagin í dag.

Viðskiftafólk og starvsfelagar í hópatali hava seinastu dagarnar á Facebook lýst Petur Sørensen sum trúfastan, arbeiðssaman og eldhugaðan, og á móttøkuni í dag fekk Petur eisini eina heilt serstaka viðurkenning úr Danmark.

Í røðu síni avdúkaði Leivur Holm, stjóri, nevniliga, at Margreta drotning hevur ynskt at sýna Peturi kongaligan heiður fyri trúgva tænastu, og tí fekk Petur á móttøkuni í dag handað den kongelige belønningsmedalje med krone.

Petur segði í takkartalu, at hann er rørdur av at hava fingið medaljuna frá Margretu. “Vit byrjaðu í senn. Hon sum drotning og eg hjá Leif Mohr. Nú skal eg inn at vitja hana!”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo