Vága Floghavn hevur á hugnaligari samkomu í morgun heiðrað eitt av starvsfólkunum.
Andreas Davidsen hevur í samfull 30 ár starvast sum brandmaður á Vága Floghavn.
Vága Floghavn ynskir Andreasi hjartaliga til lukku við starvsdegnum og alt tað besta framyvir.
Á myndini omanfyri sæst stjórin á Vága Floghavn, Gundny Langgard, handa Andreasi eitt blómutyssi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo