Í sambandi við at tað 9. november eru 30 ár síðan Berlinmúrurin fall, verður skipað fyri ókeypis og almennum tiltaki í Reinsarínum.
Tá múrurin fall og Sovjetsamveldið datt sundur, hildu mong í vesturheiminum, at nú hevði tað liberala demokratiið vunnið tann endaliga sigurin. Kommunisman var tveitt á søgunnar øskudunga á sama hátt sum aðrar totaliterar hugsjónir undan henni, og tað stóra hugsjónarliga stríðið var liðugt.
Tretivu ár seinni kunnu vit staðfesta, at søgan endaði kortini ikki. Nationalisma, politisk religión og autoriter rák hava vind í seglunum.
Kom við til eitt reflekterandi leygarkvøld. Vit hava fingið nøkur av teimum bestu at koma at hugleiða og spæla fyri okkum.
Leygardagur, 9. November 2019
20:00
Vit bjóða vælkomin
20:10 – 20:40
Hans Holm og Sonne Smith: Teir báðir skifta orð um kalda kríggið, tíðina í Europa og í Føroyum áðrenn múrurin fall.
20:40 – 20:50
Steðgur
20:50 – 21:20
Eyðun og Rani Nolsøe: Teir báðir hugleiða um hvussu tað var at gera tónlist í endanum av kalda krígnum.
21:20 – 21:30
Steðgur
21:30 – 22:00
Heini í Skorini: Hvat er hent síðani múrurin fall? Og hvar er vesturheimurin í dag?
Tiltaki er ókeypis
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo