Fróðskaparsetrið: 283 av teimum tilsamans 389 umsøkjarunum í ár hava fingið tilboð um lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum. 237 hava fingið tilboð um bachelorútbúgving, 45 um masterútbúgving og ein um hjánám.
Býtið sæst niðanfyri.
Lestrarskrivstovan hevur eisini gjørt upp, hvat lægsta miðaltal var, sum fekk bjóðað lestrarpláss í kvotu 1.
Tølini vísa m.a., at hóast Setrið nú bjóðar Sjúkrarøktarfrøði út tvær ferðir árliga, so er lægsta miðaltalið vaksið við 0,9 (úr 7,2 upp í 8,1) frá í fjør.
Lestrarskrivstovan boðar frá, at lýst verður við møguligum tøkum lestrarplássum frá 7. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo