Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Trýst á myndina og hon verður størri

Trýst á myndina og hon verður størri

Trýst á myndina og hon verður størri

Hósdagin fingu 180 studentar prógv á Miðnámi á Kambsdali. Próvhandanin var í fullsettari Ítróttarhøll á Kambsdali. Nógvur tónleikur var á skránni, og rektarin flutti fram røðu.

Páll Isholm, rektari, hugleiddi við støði í sanginum Røttu skógvarnir hjá Eivør um, hvussu langa tíð tað kann taka at finna røttu skógvarnar at ganga í. Føroysk skúlasøga, samanleggingin av skúlunum á Kambsdali og kreppan í 90’unum vóru millum evnini.

Eisini hugleiddi Páll um, hvat hann sjálvur ætlaði fyri 25 árum síðani, tá hann bleiv studentur, og hvat tað síðani bleiv til.

”Vit vita lítið, hvagar vegurin ber okkum, og at eg skuldi standa her sum rektari og halda røða fyri 180 nýklæktum pisum á Kambsdali, var langt uttan fyri mítt hugflog tá. Hóast hugflogið var serstakliga gott hesar summardagarnar í 1992.”

”Tit fara at finna røttu skógvarnar. Og tit fara at slíta teir upp. Tí ivist eg ikki eina løtu í,” segði Páll Isholm, rektari, at enda í røðu sínari.

Nógvur tónleikar var eisini á skránni. Skúlakórið framførdi tveir sangir, Sólja Hansen framførdi Cantabile eftir Niccolò Paganini, og næmingar á A-stig í tónleiki framførdu eisini eitt lag.

Umleið 1000 fólk vóru til próvhandanina og aftaná varð boðið til ein drekkamunn á skúlanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo