Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur heitt á Námsvísindadeildina um at kanna trivnaðin og happing í fólkaskúlanum og tryggja, at kanningin kann samberast við undanfarnu kanningar, tó verða eisini didaktisk viðurskifti tikin við í hesi kanning.
Kanningin varð handað landsstýrismanninum í undirvísingarmálum, Djóna Nolsø Joensen, 3. okt. 2023.
Landsstýrismaðurin segði ma.:
- Eg takki kanningarbólkinum fyri tað arbeiði, tit hava gjørt at greina trivnaðin í fólkaskúlanum. Hetta var ikki tað úrslit, vit høvdu vóna at sæð. Serliga tí at kanningarnar, ið gjørdar eru frammanundan í 2007, 2015 og 2019 hava víst, at vavið av happing hevur verið støðugt minkandi við tveimum prosentstigum hvørja ferð frá 15% í 2007 til 11% í 2019.
Úrslitini frá trivnaðarkanningini í ár vísa, at gongdin við happing er farin skeiva vegin, tí 17% av næmingunum siga seg vera blivin happað í skúlanum. Meira enn helvtin av næmingunum siga seg ikki vita, hvat ein trivnaðarætlan er, og knappur fjórðingur sigur seg ikki vita, um teirra skúli hevur eina trivnaðarætlan. Eins og í 2013 vísa úrslitini, at meginparturin av næmingunum dámar væl at læra, tó halda tey ikki tað vera serliga stuttligt at ganga í skúla. Næmingarnir halda lærugreinarnar hava munandi minni týdning nú enn fyri 10 árum síðani, eins og tær eisini verða fataðar keðiligari nú.
Næmingatalið í flokkinum hevur ávirkan á arbeiðsfriðin í flokkinum. Næmingar í stórum flokkum siga seg m.a. hava trupult at hoyra, hvat lærarin og hinir næmingarnir siga. Ábendingar eru um, at tolsemi við ymiskleika í flokkunum er økt. Tó benda tølini eisini á, at næmingarnir keða seg og halda ikki lærugreinarnar hava serliga stóran týdning. Mátin, happing fer fram upp á, flytir seg eisini. Frá at vera meira sjónlig og týðilig – og í summum førum eisini góðtikin atferð fyri bara nøkrum árum síðani, er mátin at happa broyttur. Hann er kanska í nógvum førum vorðin meira sniðfundigur (subtilur) og snildur (manipulerandi). Vitanin um, at happing er skaðilig og hugburðurin um, at happing ikki verður góðtikin, er eisini støðugt meira útbreiddur.
Samstundis er pallurin víðkaður, nú sosialu miðlarnir eru partur av gerandisdegnum hjá nærum øllum skúlabørnum. Tað er sjálvsagt tann ynskiliga gongdin, at happing skal minka niður í onki. Bæði tí, at hon er skaðilig fyri tann beinleiðis rakta og umhvørvið. Eisini tí, at læring og trivnaður eru treytað av tryggleika í skúlafelagsskapinum. Tí eru yvirskipaðu trivnaðarkarmarnir á skúlunum av størsta týdningi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo