Hetta er ein syndarligur standur vit eru í, at so nógv eru á bíðilista, og handan hesi børn og ung eru sperdar familjur og onnur avvarðandi. Skúlin t.d. har lærarin er ørkymlaður um næmingin, ítróttarfelagsskapurin har tann, sum er ússaligur kanska ikki kann luttaka longur, vinfólk hjá barninum og tí unga, sum ikki skilja, hvat er á vási o.s.fr.
Hvar hoppar ketan av? Jú, vit mangla fígging, so at fakfólk her heima, og tey, sum vit keypa inn uttanífrá, sleppa til arbeiðis at útgreina hesi, okkara dýrabarasta tilfeingi, børn og ung, sum standa á langa bíðilistanum. Sinnisbati vil staðiliga heita á avvarðandi politiska mynduleika og málaráð at játta hesa fígging, ongantíð ov skjótt, tí vit vita, at skjót hjálp er besta hjálp, tá ið vit tosa um psykiatriskar problematikkir.
Lat okkum, sum landið, ið er ein úrmælingur í at basa og halda koronu frá hurðini, somuleiðis verða heimsmeistari í at hava eina barna- og ungdómspsykiatri, har eingin hongur á einum bíðilista eina løtu ov leingi.
Vit byggja tunnlar og menna okkara undirstøðukervi, hetta er gleðiligt og gott fyri Føroyar. Hetta kostar milliónir, og í nøkrum føri milliardir, og okkara politiska skipan himprast ikki serliga nógv við at fara undir hesar risa verkætlanir. Sinnisbati vil heita á tykkum, sum taka politiskar avgerðir, og kunnu játta tann pening, sum skal til á psykiatriska økinum, ið útgreinar og viðgerð okkara ungu, um at sína somu vælvild, sum víst verður á undirstøðukervsøkinum.
Felags fyri báðar íløgur er, at tær í longdini spara seg sjálvar inn aftur fleirfaldað.
Nevndin í Sinnisbata,
14.5.21
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo