Fyrispurningur um kringvarpsgjald hjá vinnufyritøkum, settur landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Spurningar:
1. Hvussu nógvar vinnufyritøkur gjalda kringvarpsgjald í dag?
2. Hvussu eru tær vinnufyritøkurnar býttar út frá § 7, stk. 3 í kringvarpslógini?
3. Hvør er upphæddin tilsamans, ið vinnufyritøkur gjalda í kringvarpsgjaldi?
4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um broytingar viðvíkjandi kringvarpsgjaldinum hjá vinnufyritøkum?
Svar:
Til 1. Sambært tølum frá TAKS rinda 1.523 virkir kringvarpsgjald í dag.
Til 2. TAKS upplýsir, at:
a. 143 virkir gjalda kr. 12.000 í kringvarpsgjaldi
b. 44 virkir gjalda kr. 9.000 í kringvarpsgjaldi
c. 168 virkir gjalda kr. 8.000 í kringvarpsgjaldi
d. 390 virkir gjalda kr. 7.000 í kringvarpsgjaldi
e. 263 virkir gjalda kr. 3.500 í kringvarpsgjaldi
f. 515 virkir gjalda kr. 2.000 í kringvarpsgjaldi
Til 3. Upphæddin er kr. 8.136.500,00, vísa tøl frá TAKS.
Til 4. Eg havi ætlanir um, at kringvarpsgjaldið eitt nú skal prístalsjavnast, so tað ikki stendur í stað, samstundis sum útreiðslurnar alsamt økjast. Hvussu nógv kringvarpsgjaldið fer at broytast fyri vinnuvirki, veit eg ikki enn. Fyri at finna út av tí havi eg kallað umboð fyri samgongu og andstøðu á fund eftir summarfrítíðina saman við umsitingini fyri at lýsa málið nærri og finna útav, hvørjum politisk undirtøka er fyri.
Tórshavn, 29. juni 2023
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo