Týsdagin 14. november verður 100 ára minningarløta, síðani ringa útróðrardagin 14. november 1923, tá fýra ungir miðvingar sjólótust og nógvir vórðu bjargaðir í herviligari kavaódn.
Kl. 18:30 minningarhald við minnisvarðan í Miðvági
-
Marjun í Kálvalíð hevur andakt og kransur verður lagdur
Kl. 19:15 minningarløta í Bygdaskúlanum í Miðvági
-
Frágreiðingar um ringa útróðrardagin 14. november 1923
-
Sangluttøka: Sámal Ravnsfjall, Systkini á Løgmansbø og Tórfríð Tavsen
-
Aftaná verður drekka og framsýning
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo