Arsenal-leikarin Oleksandr Zintsjenko sigur seg vera tilreiðar at fara úr Onglandi og heim til Ukraina verður hann biðin um at koma og kríggjast.
Tað sigur Zintsjenko, sum hevur spælt 60 landsdystir fyri Ukraina, í BBC-programminum Newsnight.
Her verður hann spurdur, hvat hann hevði sagt um myndugleikarnir í heimlandinum ynsktu hansara tænastu í herinum.
– Mítt svar til spurningin er greitt. Eg hevði farið, svarar Arsenal-verjuleikarin.
Forsetin í Ukraina Volodymyr Zelenskyj undirskrivaði í vikuni nýggja lóg sum lækkar mobiliseringsaldurin úr 27 niður í 25 ár. Tað kunnar ukrainska parlamentið um á síni netsíðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo