Tað váttar felagið á síni heimasíðu stutt eftir, at miðlar sum AS, Marca og Sky Sports skrivaðu, at Zinedine Zidane ynskti at gevast sum venjari.
Hetta er triðju ferð, Zidane gevst í Real Madrid.
Hann var í felagnum sum leikari frá 2001 til 2006 og eftir tað sum venjari í tíðarskeiðunum 2016-2018 og 2019-2021.
Seinasti sáttmálin endar í 2022, og eru tað helst fleiri orsøkir til, at hann gevst eitt ár áðrenn, skrivar danska TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo