Ukrainski herurin verður noyddur at taka seg aftur í smáum, um USA steðgar síni hjálp til Ukraina.
Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í eini samrøðu við Washington Post.
Republikanararnir í Kongressini hava blokerað ein hjálparpakka við hernaðarútgerð til Ukraina, og tað kann fáa álvarsligar avleiðingar, sigur ukrainski forsetin.
Støðan á hermótinum er batnað nú, eftir at Russland í februar tók býin Avdijivka. Um USA broytir hugsan og sendir ætlaða hjálparpakkan, so kann Ukraina gera eitt mótálop seinni í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo