Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Ríðingarfelag: Tað verður fleirfaldi føroyameistarin í tvíspor, leyningurin Zacharias R Jakobsen, sum skal ríða fremst og bera flaggið tá ólavsøkan verður sett ólavsøkuaftan.

Zacharias R. Jakobsen hevur riðið frá smádrongi av, hann sigur at har vóru fleiri ross í bygdini og tey høvdu eisini sjálvi ross. Hann byrjaði tó ikki at ríða kapp fyrr enn hann var 25 ár og hevur nú riðið kapp í áleið 35 ár.

Hann luttekur ikki í FM kappingini í ár, men hóast hann er farin um tey 60, so útilokar hann ikki at hann verður at síggja aftur á ríðbreytinum komandi árini.  

Zacharias R. Jakobsen er eisini í nevndini hjá Ríðisamband Føroya, har hann er næstformaður.

Orsøkin til at Zacharias R. Jakobsen ríður fremst í ólavsøkuskrúðgonguni er at hann og ryssan Ronja vunnu FM í Tvíspor vaksin seinasta ár. Tí er hann biðin av Føroya Ríðingarfelag um at vera flaggberi. Hann fer tó ikki at nýta Ronju til skrúðgonguna, men ein hest ið er nevndur Snarpur. Hetta av tí at Snarpur er róligari hestur og helst tolir buldrið á vaglinum betri enn Fúsi.

Snarpur er vakur 17 ára gamal hestur av slagnum íslandsross, Zacharias R. Jakobsen hevur átt hestin frá hann var 4 ára gamal.

Ólavsøkuskrúðgongan er gamal siður, reiðfólk tóku stig til skrúðgonuna longu í 1942. Saman við hornblásarum frá frelsurnarherinum byrjaði skrúðgongan niðri í Bø, uttanfyri hjá bakarinum í Hornið og umvegis Tróndargøtu endaði hon sum í dag á Vaglinum.

Teir ið løgdu ráð fyri hesari skrúðgonguni vóru Kjartan Mohr, Edvard Samuelsen og Gustav Reinert. Á odda fyri gonguni var annar kendur havnarmaður Vilhelm Tórsheim, eisini kallaður keisarin.

Skrúðgongan eyðnaðist so væl at tað gjørdist afturvendandi tiltak, fyrstu árini vóru tað bert reiðfólk, men so líðandi komu róðrarfólk og onnur ítróttarfólk eisini við. Seinasta er, at nú eru býráðspolitikkarar úr havn eisini komnir uppí part hesa hátíðarløtu.

Kappríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag er ólavsøkudag kl 15. Tað eru nógv fólk, sum hava tað sum fastan tátt at fara niðan í Marknagil til hetta søguliga tiltak.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo