Sunnukvøldið 28. okt. kl. 20 verður listaframsýning í Glyvra kirkju. Zacharias Heinesen, listamaður, sýnir fram. Zacharias Heinesen (f. 1936) er the Grand Old Man í føroyskari myndlist.
Fyri mong eru hansara landslagsmyndir ein dragandi syntesa millum føroyska náttúru og modernaða myndlist, við teirra dámi av einum koloristiskum mosaikki.
Í sambandi við framsýningina verður tónlist. Kári Sverrisson, sangari og tónleikari, ið hevur sett løg til nakrar av yrkingunum eftir William Heinesen, fer at framføra.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo