Fyrrapartin bórust boðini um at Zacharias Hammer, 68 ár, er heimfarin.
Zacharias Hammer er ein heilt egin partur av søguni um sjónvarp í Føroyum.
Hann gjørdi barnasendingar í almenna Sjónvarpi Føroya, hann gjørdi ferðafrásagnir burturi og heima, og hann fór til skips og eygleiddi lívið umborð á ein hátt, sum eingin annar hevur megnað.
Hetta var hansara styrki, tá dagarnir vóru bestir. At standa aftanfyri kamera og eygleiða.
Í 2001 fekk hann virðisløn M. A. Jacobsens.
Á Torradøgum í Klaksvík í ár vísti hann ein film um føroysku trolarasøguna.
Fyrr hava Zacharias Hammer og Árni Konradsson arbeitt saman um júst hetta evni. Nú eru báðir heimfarnir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo