Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Yvirvekt og ovurfiti – WHO ávaraði longu í mai 2022 um hesa sera álvarsligu gongd – hví hendir so onki ítøkiligt til frama fyri fólkaheilsuna?

Yvirvekt og ovurfiti er ein tann størsta avbjóðingin í vælferðarsamfelagnum sambært frágreiðing frá WHO (Heimsheilsustovninum) og gongdin er sera ørkymlandi.

Hetta skrivar WHO longu í mai 2022 í umfatandi frágreiðing.

Umleið 2/3 av teim vaksnu og 1/3 av børnum í fólkaskúla aldri eru í hesum vandabólki.

WHO metir, at talan nærmast er um eina epidemi, soleiðis sum gongdin er.

Í kjalarvørrinum av hesum eru oftani sálarligir trupulleikar og samstundis stórt trýst á heilsuverkið orsakað av beinleiðis avleiddum heilsubrekum, sigur WHO.

Føroyar hava fingið tann syrgiliga heiður at koma á 4. plássið í heimshøpi og skeiva gongdin er tann sama, møguliga við enn størri ferð, sambært kanningina hjá Fólkheilsustýrinum.

Nú eru longu 2 ár síðan frágreiðingina og ávaringina frá WHO og viðkomandi er at spyrja hví onki ítøkilig hendir til tess at venda gongdini?

Hvat gera landsins myndugleikar og nær kemur ein dagførd fólkaheilsuætlan?

Nógv kann gerast, t.d. innan skúlaverkið, á arbeiðsplássum og við politiskum inntrivum, m.a. á MVG økinum við at avtaka mvg á frukt og grønmeti – samstundis er neyðugt við eini munandi hugburðsbroyting.

WHO vísir á og mælir til fleiri ítøkiligt tiltøk til tess at venda gongdini og til frama fyri eini betri fólkaheilsu.

Hetta var eisini eitt av evnunum hjá Eldraráðnum, á Eldradegnum í oktober.

Les frágreiðingina frá WHO (heimsheilsustovninum) her: WHO European Regional Obesity Report 2022

Robert Vilhelmsen
Næstformaður í Eldraráðnum í TK

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo