Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Løgmálaráðið: Føroyar yvirtaka í 2024 avgreiðsluna av arbeiðs- og uppihaldsloyvum og familjusameining, sum enn er danskt málsøkið, og sum Udlændingestyrelsen umsitir. Í hesum sambandi er neyðugt at økja um starvsfólkaorkuna í Útlendingastovuni, sum er stovnur undir Løgmálaráðnum, sum skal umsita uppgávuna. Játtanin til útlendingastovuna veksur tí við 500.000 kr. í 2024.

Stórur vøkstur hevur seinastu árini verið í talinum á uppihaldsloyvum til útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða. Vøksturin kemur serliga av eftirspurninginum eftir arbeiðsmegi til føroyska arbeiðsmarknaðin og av Fast Track skipanini, sum kom í gildi í november 2021. Í 2018 vóru 1.122 mál um uppihaldsloyvi, og í 2022 var hetta talið vaksið upp í 2.848 mál um uppihaldsloyvi. Talið av arbeiðsloyvum til fólk, sum komu til Føroya úr landi uttanfyri Evropa, vaks í sama tíðarskeiði úr 75 upp í 635 loyvi. Tørvur er at taka málsøkið heim og at tryggja eina smidliga viðgerð av arbeiðs-, uppihaldsloyvum og familjusameining.

Tilflytarar hava verið týdningarmiklir fyri okkara samfelag og ikki minst fyri okkara arbeiðsmarknað seinastu árini. Eg veit at privata vinnan framvegis eftirlýsir arbeiðsmegi, og tí er tað gott at vit fáa stytt upp aftur meira um bíðitíðirnar til at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum,” sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo