Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

BirkBloggur: Herfyri skuldi eg gera samrøðu við ein slóðara í føroyskum mentanararbeiði. Tá samrøðan var liðug, tosa vit um, hvussu leikur víðari fer. Hon skilir, at nú er alt í hondunum á tekniska eftirarbeiðnum, sum lítil og eingin fígging er til. Samrøðan skal til útlandið.

Tá letur í henni: - Hetta er fyrsta eyðkennið fyri føroyskt mentanararbeiði. Stórliga yvirmett í politiskum røðum, og sjúkliga undirfíggjað, tá tað kemur til tey útinnandi.

Vit útsýni yvir Havnina svølgdi eg kaffikoppin og mundi sett grønu keksina í hálsin, so paff bleiv eg av hesi beinraknu útsøgn.

Í dag kom mær aftur til hugs tær yvirmettu talur, framsýningar og kanningar, sum hava verið gjørdar síðan 2015 um ein tjóðpall, ella tveir, har minst annar hevur elevator, í einum Tjóðleikhúsi í Havn. Og bókasavn skal vera í kjallaranum og kafé uppi á loftinum. Fyrst á Skálatrøð og so á Bursatanga, so lossingamenn kunnu aktiverast í politiskari palllist. Tað er besti tanki í øllum hesum átøkum, leiklistini í høvuðsstaðnum at frama. 

Nú verður einki av nøkrum, tí Havnarnevndin, enn ein statur í statinum, noktar, sigur in.fo.

Enn er einki sett av á fíggjarlógini at fara undir eina tílíka ætlan, sum Landsverk hevur kostnaðarmett, men eingin í Havn sær virði í. Tí er tað enn ein uppilagstur deyðsiglari á havnarlagnum.

Nú skal so aftur takast støða til, hvar næsta pallmyndin skal setast upp, sum var tað ein tíðarvilst Potemkinkulissa. Um nøkur ár kann gerast ein tragikomisk spøkilsisopera um ta makt, ið summir politikarar sleppa at taka til sín og brúka, tá eingin annar bjóðar til at broyta útboðið av mentan og list í býnum, og at skapa teir karmar, sum krevjast at tryggja útboðið.

Ja, sanniliga. Mentanin í Havn er yvirmett og undirfíggjað. Nær fer nakar kommunalpolitikari, fyri ikki um at tala landspolitikari, at seta mentan og list á breddan?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo