Avgerðin hjá landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum at fáa løgtingið at lóggeva sjálvan verkfalsrættin frá Føroya Pedagogfelag, er ein sera prinsipiell avgerð við víttfevnandi avleiðingum fyri allar komandi samráðingar, bæði á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Tí er hetta eitt beinleiðis álop á øll fakfeløg.
Við avgerðini hjá Helga Abrahamsen er hetta ikki longur ein ósemja millum Fíggjarmálaráðið, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið, men ein ósemja við øll fakfeløg.
Vit heita á landsstýrið um beinanvegin at taka uppskotið aftur, og heldur brúka tær fyriskipanir, ið longu eru í sambandi við sáttmálaósemjur.
Undirritaðu fakfeløg kunnu á ongan hátt góðtaka hetta inntriv í verkfalsrættin.
Verður lógaruppskotið hjá landsstýrinum ikki tikið aftur, fara undirritaðu fakfeløg undir at fyrireika stríðsstig.
Starvsfelagið Heilsurøktarafelag Føroya
Føroya Handverkarafelag S & K Felagið
Flogskiparafelag Føroya Musikklærarafelagið
Fysioterapifelag Føroya Ergoreapifelag Føroya
Havnar Arbeiðarafelag Bioanalytikarafelagið
Havnar Handverkarafelag Maskinmeistarafelagið
Kost- & føðslufelagið Heilsuhjálparafelag Føroya
Føroya Lærarafelag Akademikarafelagið
Yrkisfelag Miðnám Farmakonomfelagið
Magistarafelagið Føroya Verkfrøðingafelag
Føroysk Miðlafólk Ljósmøðrafelag Føroya
Føroya Pedagogfelag Byggifrøðingafelagið
Prestafelag Føroya Samtak
Føroya Arbeiðarafelag YTF
Føroya Fiskimannafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Landsfelag Handverkaranna
Føroya Tekniska Lærarafelag Búskapar- og Løgfrøðingarfelag Føroya
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo