Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

FNU: Náttúruverndarfelagskapirnir í Norðurlondum hava hildið fund í Føroyum í vikuni og FNU var vertur.

Høvuðsevnið á fundinum var havið og havbotnurin, sum standa undir vaksandi trýsti frá fiskivinnu - serliga botntroling - og nú eisini námsvinnu eftir mineralum og vistskipanir og lívmargfeldi eru av álvara hótt. 

Komið var fram til at senda hesa yvirlýsing alment fram:

  • Tað hevur skund at fáa gongd á “30 til 30” verjuna av havøkinum. "30 til 30" verjan er grundað í Montreal samtyktini, sum var gjørd í 2022, og merkir, at í minsta lagi 30% av havøkinum skal heilt ella partvíst verða friðað í seinasta lagi 2030 . 

  • at av teimum 30% skal í minsta lagi 1/3 vera órørt av mannahond - har skal als ikki vera fiskað.

  • at mundygt eftirlit er við vardu og friðaðu økjunum.

  • at botntroling í stóran mun verður avmarkað í øllum økjunum. Økið, sum eru illa skadd av botntroling, eiga at verða eyka vard, so at tey kunnu enduruppbyggjast.

  • at vit skulu ikki fara undir at útvinna mineral á havbotninumnám. Heldur skulu vit minka um eftirspurningin eftir mineralum og leggja doyin á at skipa fyri, at vit endurnýta tað, sum vit hava. 

Á fundinum varð undirstrikað, at norðurlendska samstarvið hevur stóran týdning og gevur stórar møguleikar til vitanarbýti, at læra av hvørjum øðrum og at fyriskipa felags átøk. Gerandisliga fer samstarvið fram í gjøgnum netið. Men fyritreytin fyri góðum netverkssamstarvi er góð menniskjalig sambond, sum tað bara ber til at fáa við, at fólk hittast andlit til andlits, soleiðis sum gjørt verður á árliga fundinum. Næsti ársfundur verður í Finnlandi komandi apríl.

Náttúrufelagsskapirnir eru hesir:Naturskyddsförbundet og Natur och Miljö Finland, Danmarks Naturfredningsforening, Landvernd – Ísland, Naturvernforbundet – Noreg, Naturskyddsföreningen – Svøríki, Ålands Natur & Miljö, FNU Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag.

Leinki til FNU heimasíðuna:

https://www.fnu.fo/single-post/yvirl%C3%BDsing-nor%C3%B0urlendsku-n%C3%A1tt%C3%BArufelagskapunum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo