Aðalfundurin staðfestir, at upposkotið til ferðavinnulóggávu í størstan mun byggir á lobbyvirksemi hjá ferðavinnufelagnum og stuðlum teirra. Samstundis er ongin kanning gjørd av fyrimunum og vansum av ferðavinnuni kring landið.
Aðalfundurin staðfestir somuleiðis, at lóggávan byggir á eitt politiskt ynski um, at ferðafólk skulu raðfestast fremst, tá talan er um føroysku náttúruna. Nakrar avleiðingar av uppskotunum verða, at:
-
Ferðafólk fáa ein lógarásettan rætt til at ganga allastaðni fyri eitt gjald, sum landsstýrismaðurin nú hevur sett til 225 kr.
-
Lokalt skipaða ferðavinnan kann ikki halda fram, eins og grundarlag ikki verður fyri virkseminum hjá føroyskum ferðaleiðarum. Í staðin verður allur ágóðin av ferðavinnuni lagdur til hotelvinnuna, stóru flutningsfeløgini og útlendskar ferðaskrivstovur.
-
Tann økta ferðslan í høgunum fer at elva til óbótaligan skaða á náttúru og fuglalív.
-
Vanligi raksturin av høgunum verður munandi truplari og í ávísum førum ógjørligur.
-
Siðbundna mentanin, sum er knýtt at jørðini, fer sum frálíður at hvørva.
Aðalfundurin átalar upp á tað harðasta, at roynt verður at trýsta eina slíka lóggávu ígjøgnum løgtingið. Uppskotið eigur at verða slept, og í staðin eigur ein óheft kanning av ferðavinnuni kring landið at verða gjørd, sum lýsir fyrimunir og vansar av núverandi skipan. Úrslitið kann síðan gerast grundarlag fyri einum møguligum nýggjum lógaruppskoti um skipan av føroysku ferðavinnuni.
Bóndafelag Føroya
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo