Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Síðan 1982 hevur Havstovan gjørt yvirlitistrolingar við Magnus Heinason. Í ár er Magnus lagdur og nýtt og nógv størri skip tikið í brúk.

Jákup Sverri er so nógv størri enn Magnus, at tað í minsta lagið er ein avbjóðing at gera yvirlitistrolingar, sum kunnu samanberast. Tað eru ávísar royndir við at brúka trol, sum rigga við minni skipi, á størri skipi. Tað skulu ávísar justeringar til. Um tað verða fáar ella nógvar, má tíðin vísa. Magnus og Jákup Sverri hava togað lið um lið í nakrar dagar, men tað er ikki nógv kalibrering. At fáa Jákup Sverra at gera góðar yvirlitistrolingar ber væl til. Men at fáa tær at verða sambærligar við tær hjá Magnusi, er ikki nøkur sjálvfylgja.

Eyðun Hansen í Vestmanna hevur víst á, at millumstykki manglar í trolinum, sum brúkt verður til yvirlitstrolingar. Av tí at posin hevur nógv minni meskar enn troli er designað til, má roknast við, at vatnið ikki sleppur eins væl úr posanum og í einum vanligum kassatroli. Tað kann viðføra, at posin verður sum ein spann og at tað tí er trupult at fáa fisk aftur í posan. Havi ikki hoyrt, at nøkur roynd er gjørd fyri at eftirkanna, um tað er soleiðis og hvussu tað eventuelt ávirkar.

Somuleiðis hevur Eyðun Hansen víst á, at larmur ávirkar og at Magnus Heinason helst larmar meira enn onkur onnur skip. Upplýst er, at tað ongantíð eru gjørdar ljóðroyndir av Magnus. Og hetta er undarligt, tí tað er føroysk fyritøka sum ger slíkt og nógvir trolarar eru ljóðkannaðir og tí kundi úrslitið verði samanlíkna við onnur skip og Jákup Sverra.

Havstovan hevur onkuntíð ført fram, at tað bilar ikki um Magnus larmar, bara hann altíð larmar eins. Til hetta er at siga, at Magnus hevur gjørt royndir í næstan 40 ár og ongin veit um at skip altíð larma eins. Óljóð er nakað sum broytist við tíðini. Onkuntíð er orsøkin til óljóð komandi og farandi. Vit vita eisini at Magnus rýmdi av Føroya Banka og fór at royna djúpt norður úr Fugloynni, vegna fiskaloysi, tá fleiri onnur skip fingu fisk. Hetta var tá Magnus eisini fiskaði sum fiskiskip part av árinum.

Magnus misti ein trollemm. Teir fingu eftir tógvi stríð ein nýggjan úr Vági. Tað eru ávísar meiningar í tí sambandi.

So vítt til ber at síggja, er tovferðin hjá Magnus 3 sjómíl og hvørt tov er 1 tími. Til hetta er at siga, at 3 míl er alt ov lág ferð, tá trola verður eftir toski. Roknast má við, at toskur sum er væl fyri uttan stórvegis trupulleikar klárar at svimja undan. Hvussu skjótt toskur svimur valdast stødd og hvussu væl fyri hann er. Í okkara lærubók stóð, at toskur svimur 4 míl og at tovferðin skuldi verða ½ míl hægri enn tað. Tá tovferðin er lág, fáa Magnus og Jákup Sverri meira, um toskur er illa fyri enn tá toskur er væl fyri. Somuleiðis fáa teir minni av stórum Toski. Og toskurin á Føroya Banka er sera stórur.

Einaferð Magnus gjørdi yvirlitstroling eftir svartkalva, sá eg, at uttast lá garnaskip, í miðjuni trolari og innast royndi Magnus Heinason. Tá ber til at staðfesta, uttan at hava sæð avreiðingarseðlar og uttan at tosa við nakran, at Magnus fær ongan svartkalva. Útvegaði mær avreiðingarseðlar, sum vístu, at bæði garnaskip og trolari fingu nógvan svartkalva.

Túrfrágreiðingin hjá Magnus kom fáar dagar seinni og visti at siga, at Magnus fekk lítið av svartkalva. Orsøkin var sjálvandi at Magnus royndi á “skeivum” dýpi. Tað er trupulleikin við at royna í sama stað hvørt ár. Tá verður Magnus bara onkuntíð á sambæriligum dýpi.

Sama stað á havsins botni er ikki altíð sama stað til fiskarí. Umstøðurnar á botni broytast og tí flytur fiskurin seg alla tíðina. Av tí sama ber ikki til at samanbera yvirlitistrolingarnar ár fyri ár. Tað er ikki sambærligt. Yvirlitistrolingar verða gjørdar eftir dato. Tá taka tær ikki hædd fyri illveðri, streymi og ætt, sum øll ávirka sera nógv.

Út frá hesum ber við vissu til at siga, at yvirlitistrolingar ikki standa tey mát, kravd verða, fyri at kalla tað akademiskt. Tað er sera trupult at gera yvirlitistrolingar øðrvísi. Men neyðugt er at verða greiður yvir veikleikan í hesum.

Tað er orsøk at halda, at tað fiskimenn hava av vitan, tekur rímiliga væl hædd fyri teimum veikleikum, sum eru við yvirlitistrolingum. Vitanin hjá sjómonnum verður testa hvønn dag. Er hon ov lítil, so verður minni avreitt. Tann vitanin kann gerast minst líka akademisk sum yvirlitistrolingar. Men til tess krevst vilji og møguliga pengar.

Yvirlitistrolingar eru ikki meira eftirfarandi enn eitt vist. At siga, at tað fiskimenn siga, ikki er uppskrivað, og at vísa á yvirlitstrolingar sum álítandi, tíður uppá, at øll ikki eru greið yvir, at yvirlitstrolingar ikki standa akademisk mát og hvussu langt vekk frá veruleikanum tær javnan eru.

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo