Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið: Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur saman við VØRN gjørt eitt yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum pr. oktober 2023.

Harumframt fevnir yvirlitið um, hvussu avreiðingarvirðið í 2022 var býtt millum samtøk, feløg ella einstaklingar. Yvirlitið fer síðani at verða dagført á hvørjum ári.

Endamálið er at tryggja gjøgnumskygni um, hvør eigur fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu avreiðingarvirðið er býtt. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, fegnast um, at komið er á mál við arbeiðinum og sigur:

“Við tað, at ein avmarkaður skari av fiskiførum hevur brúksrættindini til okkara felags tilfeingi til láns, so er tað eisini í almennum áhuga, at borgarar og onnur á ein einklan hátt kunnu fáa yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella einstaklingar eiga fiskiførini í føroyska flotanum.”

Útgávan “Ognarviðurskifti í fiskivinnuni” kann síggjast á heimasíðuni hjá VØRN og eisini takast niður her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo