Visit Tórshavn: Í næstum verður skipað fyri 11 jólahaldum í kommununi, tá ið jólatrøini verða tendrað. Her er yvirlit yvir nær og hvar, hvør fer at spæla, og hvørji halda røður.
Í Havn verður jólatræið á Vaglinum tendrað leygardagin 25. november kl. 15.30. Havnar Hornorkestur spælir. Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, bera fram røðu. Eisini verður gestarøðari úr Íslandi.
Í Hesti verður jólatræið tendrað sunnudagin 26. november kl. 15.30. Teistin fer av Gomlurætt kl. 14.30 og úr Hesti kl. 19.30. Frelsunarherurin spælir. Kristianna W. Poulsen, býráðslimur, og Bernhard Petersen hjá Frelsunarherinum bera fram røðu.
Í Kollafirði verður jólatræið tendrað við skúlan sunnudagin 26. november kl. 14.30. GHM spælir. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu.
Í Kirkjubø verður jólatræið tendrað við kirkjuna sunnudagin 26. november kl. 16.00. Havnar Hornorkestur spælir. Ólavur Eysturdal, prestur, ber fram røðu.
Í Kaldbak verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 2. desember kl. 15.30. GHM spælir. Anne Mette Greve Klemensen, prestur, ber fram røðu.
Á Argjum verður jólatræið tendrað við brúnna um Sandá leygardagin 2. desember kl. 17.00. GHM spælir. Kristianna W. Poulsen, býráðslimur, og Bergur Debes Joensen, prestur, bera fram røðu.
Í Norðradali verður jólatræið tendrað við skúlan leygardagin 2. desember kl. 18.00. Havnar Hornorkestur spælir. Sverri Steinhólm, prestur, ber fram røðu.
Í Nólsoy verður jólatræið tendrað sunnudagin 3. desember kl. 17.00. Ternan fer av Havnini kl. 16.20 og úr Nólsoy kl. 19.25. Havnar Hornorkestur spælir. Steintóra Gleðisheygg Joensen, prestur, ber fram røðu.
Í Hoyvík verður jólatræið tendrað sunnudagin 3. desember kl. 17.00. GHM spælir. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu.Á Hvítanesi verður jólatræið tendrað sunnudagin 3. desember kl. 18.30. GHM spælir. Súsanna Olsen, býráðslimur, og Sverri Steinhólm, prestur, bera fram røðu.
Á Velbastað verður jólatræið tendrað við skúlan týsdagin 5. desember kl. 18.00. Havnar Hornorkestur spælir. Bergtórur Hjelm Bjarkhamar, prestur, ber fram røðu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo