Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest avgerðina hjá Friðingarnevndini og givið loyvi til pumpuverkið í Heygadali í Vestmanna.

Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest avgerðina hjá Friðingarnevndini og givið loyvi til pumpuverkið í Heygadali í Vestmanna.

Tað sonevnda "pump to storage" vatnorkuverkið í Heygadali í Vestmanna, Mýruverkið II, er nú komið eitt fet nærri at kunna gerast veruleiki, eftir at Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest avgerðina hjá Friðingarnevndini um at geva loyvi til at byggja verkið.

Yvirfriðingarnevndin sigur, at tá sæð verður burtur frá sjálvari byggitíðini, so er visuella ávirkanin á økið avmarkað.

Yvirfriðingarnevndin ger vart við, at hóast hon gevur loyvi, so frítekur tað ikki umsøkjaran fyri at fáa til vega onnur neyðug loyvi.

Nevndin tekur ikki støðu til ynskið hjá festibóndanum á staðnum at brúka avlopstilfar til at fyrireika uppseting av 11 vindmyllum, fyrr enn hon hevur fingið meira tilfar um tað verkætlanina.

Tað er smápartafelagið Terra við Dávid Reinert Hansen, verkfrøðingi sum eigara, sum hevur søkt um loyvi at gera Mýruverkið II vegna SEV.

Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest avgerðina hjá Friðingarnevndini og givið loyvi til pumpuverkið í Heygadali í Vestmanna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo