Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Gleðiligar páskir – allir føroyingar!

Gott at vit nú aftur kunna møtast heima, í kirkjum og í samkomum. Boðskapurin hevur seinasta árið ljóðað og sæst víða um landið, nú gudstænastur, møtir, sangløtur og andaktir hava verið at síggja á netinum, men felagskapurin við næstan (annað kallið í kristindóminum!) hevur verið nógv saknaður.

Á páskum lesa vit um, hvussu livandi vinarlag og felagskapur eftir stuttari tíð kann sindrast. Lærusveinarnir høvdu í trý ár fylgst við Jesusi og lært hann og boðskap hansara at kenna í orðið og verki – ein óbroytilig eind, kundi ein hugsa. Men so fer alt í upploysn eftir eini løtu. Allir lærusveinarnir sviku, tá mest galt um. Ja, sjálvt Frelsarin merkti menniskjaliga veikleikan og bað Faðirin um at sleppa undan skálini hann skuldi tøma.

MEN, so koma orðini: «Tó ikki sum eg vil, men sum tú vilt» Mark 14,36. Hetta eru orðini sum broyttu heimssøguna - og tað ger tað eisini fyri teg og meg. Trúgv og felagskapur, sum er bygdur á mannadygdir, er svikaligur. Tað krevst annað tilfar og onnur grund, og tað var júst tað, sum Jesus fullførdi við at lata seg yvir í Guds hond og vilja.

Takk Jesus, at tú setti teg sjálvan í veð fyri at geva okkum møguleikan at vísa til krossin. Her kann hvør menniskja í heiminum játta sína synd og gerast fræls frá dómi og straff. Av sonnum - gleðiligar páskir!

Føroyska Bíbliufelagið vil bera øllum Føroya fólki eina stóra takk fyri dyggan stuðul til nýggju bíbliuumsetingina. Higartil er meira enn hálv millión komin inn og hetta stendur ein fjøld av fólki úr øllum kirkjum og samkomum og samfelagsbólkum um alt landið aftanfyri. Hjartans tøkk fyri tað!

Vegna Føroyska Bíbliufelagið,

Gunnar Nattestad, aðalskrivari
Bergur D. Joensen, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo