Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Lívsins vártíð er, summarstundin er sæl, og tímin er komin hjá Føroya hárfagra ungdómi til ítrótt og spæl. Hann fer yvir dalar og fjøll, Føroya havoygdi ungdómur reysti, til at fremja ítrótt og fimleik um vøll. Á leið soleiðis tók Meginskaldið til fyri góðum áttati árum síðan, tá heimurin allur stóð í einari orrustu.

Tað er partur av lívinum hjá øllum livandi verum, at tær flyta seg – eru í rørslu. Meiri og minni. Í arbeiði, á veiðiferð og í leiki. Sum samfelagsmynstrið um okkara leiðir hevur broytt seg, í tøkniligari menning og framkomu, tólmenni taka yvir í stóran mun, er ein nýggjur tørvur íkomin, sum gevur menniskjanum avbjóðingar, um tað ikki verður vigað upp ímóti við øðrum brigdum í rørslu. Tað er annar parturin – hin er kappingin, sum er líka gomul sum vit eru.

Onkursvegna eru lív og lunnindi í onkrari yvirskipaðari javnvág yvir long tíðarmál. Undantaksstøður seta ofta ferð á skapandi hugsanir. Soleiðis komu Føroyaleikir í lag, og hóast vit nú halda okkum hava tamarhald á kinversku veruni, halda leikirnir fram. Runavíkar kommuna lat sær ikki siga, tá boðini komu, og hesaferð hýsa vit telving, taekwondo, ríðing á hjólhesti, dart og kappróðri.

Umframt at vera millum størstu kommunur/býir í landinum, eiga vit eitt serstakliga virkið ítróttarlív. Í 17 virknum feløgunum við omanfyri 22 hundrað felagslimum er ítróttur ein veruleiki sólarringin á tamb í økinum, hóast menningin í fólkatali ikki rættiliga fór at taka dik á seg fyrrenn fyri á leið seksti árum síðan. T.d. er NSÍ skipað í 1957 og Støkk í 1966 í mun til eitt nú TB á Tvøroyri, sum varð stovnað í 1892. Eitt lýsandi dømi um, at ítrótturin til eina og hvørja tíð er ein spegilsmynd av samfelagnum, sum hann onkursvegna er krøktur uppí og virkar í mun til. Tveir av fáum góðum firðum í landinum – Trongisvágsfjørður og Skálafjørður - tó so ymiskir á menningarleið.

Umframt at hugað og áræðin fólk í ósjálvsøkni hava brúkt nógva tíð og orku fyri at skapa fólkinum eitt skilagott og skipað frítíðarlív, ið er vorðið drúgvari sum árini hava gingið, í einum broyttum arbeiðsmarknaði, hava tey, ið hava sitið fyri kommununi, staðfest tørvin á íløgum í verkløg og hentleikar, so hvørt sum ráð og møguleikar hava verið til tað í peningakassanum hjá okkum øllum.

Fyri at tryggja okkum, at ójavni í ogn og inntøkum ikki skuldi forða bragdarhugaðum ungdómum at taka lut í ítróttarvirksemi, valdu vit, sum hin fyrsta kommunan í Føroyum, at seta í verk eina skipan, Spjaldrið, sum treytaleyst er krøkt í hvønn einstakan, í aldrinum 6-18 ár, sum harvið onga fíggjarliga orsøk hevur fyri at halda seg aftur og burtur frá einum virknum frítíðarlívi. Møguleikarnir eru størstir, har sum fólkið er miðsavnað, á Skála og í Runavík, men vit royna áhaldandi at lynna undir í bygdum og býlingum, soleiðis, at tað unga fólkið fær brúkt síni evni áhaldandi á hesum mótinum.

Skipaður kappróður er gomul ítrótt um okkara leiðir meðan hjólhestaríðing og dart eru nýggjari. Taekwondo rann upp sum runnur úr turrari jørð í Søldarfirði, táið ein drongur, sum hevði hildið til í fjareystri í eina tíð, setti sær fyri at fáa lív í eina gamla fimleikahøll í bygdini. At ung og gomul fóru at valfarta til ta gomlu bygdina, fyri at vera við í hesi eysturlendsku stríðsítrótt, hevði fáur væntað, men er hetta aftur eitt dømi um, at hevur tú skrúvuna støðugt í vatninum og evnir, vilji og áræði dríva verkið, tá ber alt til. Telvingin í økinum hevur verið skiftandi virkin, men stóra vælsignilsi sum tað er, at vit fingu ta Gulu smiðjuna setta í stand til ungdómin, - tað hevur av álvara kveikt hugin aftur í tað, sum Gary Kasparov rópti fyri sinnisliga píning og sum sovjetiski byltingaroddvitin og samveldisins fyrsti stjórnarovasti, Vladimir I. Lenin, helt fyri var fimleikahøll heilans.

Í framtíðar degningi sæst nú farvegurin av einari ítrótt, sum ongar umstøður hevur havt í kommununi, har tað júst í dag búgva 4.305 fólk. Ikki so frægt, at vit eiga ein lítlan skúlahyl, har tað hevði borið til at læra kynstrið at halda sær uppi, fyri ikki at siga at taka lut í kappsvimjing við onnur innan- sum uttanlands. Í so máta hendi eitt paradigmuskifti á býráðsfundinum í vikuni, táið býráðið samtykti at fara undir at byggja eina svimjihøll við ítróttardepilin í Runavík. Ein toppmodernað svimjihøll við øllum hentleikum fyri slakar 130 milliónir krónur umframt umbyggingar, grønar orkuloysnir og meirvirðisgjald fyri aðrar 35 millónir krónur. Væntandi og vónandi verður svimjing ein møguleiki í skránni, um nøkur fá ár, táið Føroyaleikir aftur verða hildnir her í økinum og í landinum annars.

Vit fegnast um, at meginfelagið ÍSF, saman við kommunum, stuðlum og ítróttarfeløgum, hava tikið stig til Føroyaleikir, soleiðis, at okkara prúði ungdómur fær gjørt roysni og brøgd, sum Janus skald tók til fyri áttati árum síðan.

Við hesum orðum eru Føroyaleikir 2022 settir í Runavíkar kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo